Miðaloddsini upp á sigur til føroyska U19-landsliðið eru 15,83

Klokkan 11 spælir føroyska U19-landsliðið EM-undankappingardyst móti Ísrael

Mynd: fsf.fo

Føroyska U19-landsliðið er í hesum døgum í Kroatia fyri at spæla EM-undankapping.

 

Mótstøðuliðini eru Kroatia, Ísrael og Armenia.

 

Fyrrapartin klokkan 11 spæla Føroyar móti Ísrael.

 

Ísrael er risastórur favorittur til at vinna dystin móti Føroyum.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru heili 15,83.

 

Miðaloddsini upp á ísraelskan sigur eru so lág sum 1,12.

 

Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt frálíkt føroyskt úrslit eru 7,58.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Mynd: fsf.fo