Magnus Heinason er komin aftur av sínum yvirlitstrolingum. Yvirlitstrolingarnar verða nýttar í stovnsmetingunum hjá Havstovui av botnfiskinum undir Føroyum.
Havstovan sigur, at væl meiri av toski var at fáa í ár í mun til í fjør, serliga av millumfiski, men mesta av hesum kom í einum stórum háli. Havstovan sigur eisini, at meiri var at fáa av hýsu, reyðsprøku og gullaksi í mun til í fjør, men minni var av upsa og longu.
- Minni var eisini at fáa av makreli og sjóvarhitin var umleið eina grad lægri enn vanligt. Meira var at fáa av sild og onkrar av teimum vóru komnar nær gýting, skrivar Havstovan.
Yvirlitstrolingarnar í august byrjaðu í 1996, har 200 hál verða tikin á landgrunninum og 29 á Føroyabanka. Nøgdin av toski á føroyska landgrunninum hevur í fleiri ár verið lítil, tó at árið í ár er sum eitt miðalár. Hýsan hevur eisini verið illa fyri seinastu árini og sama er galdandi fyri upsa, trantkongafisk og stóra kongafisk.