Miðalaldurin upp og fólkatalið niður

Seinastu 20 árini er fólkatalið á nøkrum smáplássum lækkað yvir 40 prosent

Tað gongur bara ein veg á útoyggjunum. Og tað er ímóti avtofting.

 

Og kemur ikki vend í, fer tað at ganga rættiliga skjótt.

 

Blaðið hjá Útoyggjafelagnum, Glóðin viðger gongdina í fólkatalinum og serliga gongdina í aldursbýtinum á nøkrum smáplássum.

 

Í hesum sambandi hevur blaðið gjørt støðuna upp í Svínoy, Fugloy, við Gjógv, í Hesti og á Húsum.

 

Og eftir tí at døma, hava útoyggjarnar beina kós ímóti avtofting, hendir ikki okkurt munagott.

 

- Tey ungu fara av oynni, ella av landinum og koma ikki aftur, staðfestir Glóðin.

 

Men blaðið vísir á, at ungdómurin er lættur at flyta, eisini eftir lokna útbúgving, og eru umstøðurnar til staðar, eru tað nøkur, sum flyta heimaftur

 

Og er viljin og hugflogið til staðar, ber til at skapa bæði fortreytir og umstøður, sum kunnu fáa tey at flyta heimaftur.

 

Annars er støðan á Útoyggjunum tann, at eldist og fá ung leggjast afturat.

 

- Miðalaldurin veksur og meðan fólkatalið minkar.

 

Tað er bara á Húsum, at støðan er heilt øðrvísi út.

 

- Miðalaldurin á Húsum er 32 ár, men hann er 63 ár í Hesti og við Gjógv, sigur Glóðin.

 

Í Fugloy og í Svínoy er miðalaldurin til nøkur og 50 ár og støðan á útoyggj stendur í andsøgn til restina í landinum, tí miðalaldurin í Føroyum annars er beint undir 40 ár.

 

- Húsar brýtur frá flest øllum bygdum í útjaðaranum.

 

Útoyggjafelagið staðfestir, at avbjóðingin hjá Húsa kommunu er at skapa fortreytirnar fyri at ungdómurin kann verða búgvandi og kemur aftur eftir lokna útbúgving.

 

- Hestur og Gjógv eru tvær sera ymiskar bygdir, men tær hava báðar stórar trupulleikar við ferðasambandinu og tað kann vera orsøkin til at gongdin líkist.

 

Annars kann leggjast afturat, at bara hesi seinastu sløku 20 árini er fólkatalið í hesum fimm plássunum, sum eru umrødd í Glóðini, minkað heili 41,6 prosent.

 

Tøl frá Hagstovuni, haðani øll tølini eru, vísa, at tann fyrsta januar í 1995 búðu 279 fólk í hesum fimm smáplássunum.

 

Tey feskastu tølini, sum eru, vísa fólkatalið fyrsta september í ár og tá var tað fallið niður í 163 fólk.

 

Annars er hetta munurin í fólkatalinum:

 

Fólkatalið 1. januar 1995:

Fugloy: 54

Svínoy: 66

Húsar: 46

Gjógv: 65

Hestur: 48

 

Tils.: 279 fólk

 

Fólkatalið 1. september 2013:

Fugloy: 41

Svínoy: 31

Húsar: 42

Gjógv: 29

Hestur: 20

             

Tils.: 163 fólk

 

Talvan vísir fólkatalið og miðalaldurin í hesum plássinum. Tølini í talvuni og í greinini eru ikki sama dag og tískil eru onkrir smáir munir, men teir broyta á ongan hátt heildarmyndina.