Fyrsta inntrykk er - kul! Hví hava vit ikki verið her fyrr? Staðið liggur sera væl fyri, mitt í býnum á somu gøtu, sum føroyska skeinkistaðið Skarv hevur ligið í nógv ár. Høgt er til loftið, orkufullur tónleikur er í hátalarunum og ein risastór matskrá prýðir allan veggin aftan fyri kassan. Ja, hetta minnir kanska eitt sindur um Joe & The Juice.
Vit spyrja unga fýrin aftanfyri diskin, hvat hann vil viðmæla til vegetarar, og hann er sera vinarligur og peikar okkum á ein vegetar-sandwich og eina salat-skál. Fínastaslag, tað bíleggja vit og seta okkum niður at bíða. Eisini bíleggja vit tvey gløs av djús.
Aftaná at hava sitið eina løtu, byrjar tónleikurin at fylla í so nógv. Í so harður. Og kanska er tað í so heitt inni. Men fínt at tey hava ymisk magasinir liggjandi, sum man kann lesa, Vogue til dømis. Og aftaná eina løtu verður tónleikurin dempaður.
Vit fáa djúsið fyrst og eru bæði samd um, at tað grøna smakkar ikki av nógvum. Tað er gott nokk frískligt og virkar sunt, men tað smakkar í so nógv av vatni. Skuffandi. Hitt reyða djúsið er hinvegin ordiliga gott og fruktigt. Ja takk!
Tvíflísin hevur agurk, avokado, humus og spinat. Teir fyrstu bítarnir eru sera góðir, smakkar lekkurt. Men aftaná bít nummar 6, byrjar man at gleða seg til, at hann er uppi. Í so nógv av tí sama og eingin variatión í smakkunum. Ein hálvur hevði nokk sømt seg betur enn ein heilur.
Salat-skálin hevur agurk, broccoli, pesto, spísskál, babyspinat og avocado. Tað sær ikki út av sooo nógvum og virkar eitt sindur turt. Men undir øllum hesum goymir seg alt møguligt annað gott… Gott yvirraskilsi. Samanumtikið ein heilt góð salat.
Vit bíleggja eisini kips, og tey eru virkuliga góð. Hetta er toppurin av vitjanini, uttan iva. Serliga orsakað av áhugaverda dressinginum, sum er afturvið. Meira, kom!
Tað er ringt at døma hesa matuppliving. Tí tað var so svingandi. Har var einki annað enn kipsini, sum skaraði framúr. Vit kundu í hvussu er væl komið aftur her fyri kipsini bara.
##med2##
##med3##













