Microstates ráðstevnan sett

Fyrrapartin í gjár setti Anfinn Kallsberg, løgmaður ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum og fram til hósdagin á middegi verða fyrilestrar, kjak og pallborðsorðaskifti

Fyrrapartin í gjár byrjaði stóra ráðstevnan um smátjóðir - Microstates ´99 - í Norðurlandahúsinum.

Um níggjutíðina í gjár var boðið vælkomið og til setanarløtuna í Norðurlandahúsinum vórú tað Helga Hjørvar, stjóri, sum beyð luttakarunum at vera vælkomnar til Føroya.

Eisini rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Malan Marnersdóttir segði nøkur orð, og at enda var tað Anfinn Kalsberg, sum beyð luttakarunum vælkomnum og setti ráðstevnuna.

Løtu seinni var fyrsti fyrilesturin hildin og var tað íslendingurin Sigurð Líndal, sum segði tey innleiðandi orðini til ráðstevnuna um viðurskiftini hjá smátjóðum.

Seinnapartin í gjár var hol sett á fyrsta temaið - »Identity and nationbuilding« og var tað Truið Sigurðardóttir, sum helt fyrsta fyrilesturin.

Eftir fyrilestarnar fær ein opponentur orði, og í gjár var tað Richard Apostle, sum var opponentur.


Paldam um búskap

Í dag verða fleiri fyrilestrar. Byrjað varð klokkan níggju, tá Martin Paldam, helt ein fyrilestur um búskap og búskaparligt ósjálvbjargni.

Eftir at Bjarne Lindstrøm, opponentur hevði havt orið fingu fleiri aðrir viðkomandi persónar oðið til styttri innlegg Millum aðrar Dr. Robert Read, sum er professari við lærda háskúlan í Lancaster í Bretlandi, okkara egni Jógvan Mørkøre, Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni og Stephen A. Royle, sum er doktari við Lærda háskúlan Queens í Belfast í Norðurírlandi.

Evnið seinnapartin gongur undir heitinum »Strategies for self-reliant development« og er tað Godfrey Baldacchino, sum er høvuðsrøðari.

Fyrrapartin mikudagin er evni »Constitutional status and development«. Tað er Barry Bartman, sum er høvuðstalari og Jens Kaalhauge Nielsen, sum er opponentur.


Pallborðsorðaskiftið og fótbóltsdystur

Seinnapartin í morgin verður eingin fyrilestur, men í staðin verða styttri innlegg og kjak.

Um kvøldið verður døgverði á Hotel Føroyum fyri ráðstevnuluttakarunum.

Hósdagurin er seinasti dagur og tá endar ráðstevnan við einum pallborðsorðaskifti. Luttakararnir við pallborðið verða høvuðstalararnir og innbodnir føroyskir politikarar. Væntandi er, at pallborðið fer við einum tíma ella so, og millum 11 og tólv fyrrapartin hósdagin verður tann almenna endahátíðarløtan.

Tó so, heilt liðugt er tað kortini ikki, tí seinnapartin hósdagin verður fótbóltsdystur millum Føroyar og Heimsliðið.

Tað skal tó ikki roknast við at Ronaldo og aðrir frægir fótbóltssnillingar verða við á Heimsliðnum, men heldur Baldacchino og aðrir røðarar.

Seinni hóskvøldið verður hugnaløta í Kagganum fyri teimum, sum hava verið við til ráðstevnuna.