Microsoft-stovnari vitjar Havnina

Marglætisskipið »Octopus« hjá Paul Allen, sum stovnaði teldurisan Microsoft saman við Bill Gates, kom á Havnina í kvøld.

Ikki er greitt, um Paul Allen, sum stovanði Microsoft fyritøkuna saman við Bill Gates, er við umborð, men marglætisskipa hansara, Octopus, legði fyri løtu síðani at á Vestaru Bryggju í Havn.

Talan er um eitt sera stórt skip, 126 metrar lang - á leið sama stødd sum Smyril. Octopus er í løtuni níggjuna størsta superjakt, og tað er Paul Allen, med-stovnari av Microsoft, sum eigur skipið, sum varð bygt í 2003.

Octopus er triðstørsta privata superjakt - ella sum ein stjórn ikki eigur - og tá hon varð bygd, varð hildið, at hon var tann størsta.

Talan er um eitt rættiligt marglætisskip. Skipið hevur hevur tvær tyrlur. Skipið hevur eisini svimjihyl og tveir kavbátar, har annar er fjarstýrdur. Paul Allen eigur eisini jaktina Tatoosh, sum eisini er millum heimsins 100 størstu jaktir.

Tað er ikki greitt, um Paul Allen er við umborð á Octopus, sum legði at á Vestaru Bryggju um ellivutíðina í kvøld. Men skipið sigst vera komið úr Noreg á veg til Íslands.