Eisini sámar kenna til henda trupulleika. Fyrsta dagin verða sámiskir stavir tøkir, tá umræður forrit frá Microsoft. Sámisku stavirnir fara fyrstu ferð at bleiktra á skíggjanum, tá Sámatingið flytir í nýggj høli í Karasjok har norðuri í Noregi. Sámatingið hevur leingi arbeitt miðvíst við at tryggja sámiskum stavum innivist í telduskráum. Kann henda, at hetta kann verða við at tryggja eitt hótt mál. Eli Skogerbø á lærda háskúlanum í Oslo hevur staðið fyri kanningini, sum nevnist "Samiske medier ? innhold, bruk og rammevilkår", har sagt verður, at bert helmingurin av sámiska fólkinum skilir sámiska málið. Sámar eru upprunafólk, sum í Noregi ætlandi fevna um 30.000 til 50.000 fólk. Sámiskt er býtt sundir í fleiri mál. Í Noregi verða nýtt norðursámiskt, lulesámiskt, suðursámiskt og eystursámiskt, ella skoltesámiskt mál.
Norðursámiskt mál verður nýtt í sámisku bløðunum eins og í Sámaútvarpinum, sum er skipað undir NRK. Norðursámiskt verður eisini nýtt í umsitingini og sum móðirmál hjá fleiri, ið búgva í innaru Finnmørkini og í pørtum av Troms. Í kanningini hjá Eli Skogerbø verður staðfest, at tað er einans í Karasjok (82 %) og í Kautekeino (90%) at tey, sum har búgva, tala sámiskt mál heima. Sjálvt í hesum mest sámisku kommunum, eru tað einans .










