Í næststørsta handlinum nakrantíð yvirtekur Microsoft felagið Nuance, sum er eitt tøknifelag við sergrein í eftirgjørdum viti.
Yvirtøkan verður gjørd fyri ein prís upp á umleið 123 milliardir krónur. Goldið verður kontant. Tað upplýsir Microsoft í tíðindaskrivi í dag.
Nuance hevur eina tøkni, sum verður nógv brúkt á sjúkrahúsum til at føra journalir hjá sjúklingum. Í USA verður tøknin brúkt á fleiri enn trimum av fýra sjúkrahúsum, stendur í tíðindaskrivinum.
Við yvirtøkuni styrkir Microsoft seg munandi á heilsuøkinum. Tøknirisin roknar sjálvur við, at tey tvífalda møguliga heilsumarknaðin hjá sær til yvir 3000 milliardir krónur.
– Eftirgjørt vit er beint nú hægsta raðfesting innan tøkni, serliga á helsurøktarøkinum, sigur Satya Nadella, sum er aðalstjóri í Microsoft, í tíðindaskrivinum.
Undan yvirtøkuni hava Microsoft og Nuance samstarvað síðani 2019. Í hesum tíðarskeiði hava tey samstarvað um ymsar talgildar heilsuloysnir.
Millum annað hava tey bæði feløgini samstarvað um loysnir, sum skuldu lyft samskiftismøguleikarnar millum heilsufólk og sjúklingar.
Slíkir møguleikar hava verið høgt í metum undir koronufarsóttini.
– Saman við sjúklingum vilja vit finna loysnir innan eftirgjørt vit til professiónell kring allan heimin fyri at kunna hjálpa við at skapa betri avgerðir og og sambond, sigur Satya Nadella.
Yvirtøkan av Nuance er tann næststørsta hjá Microsoft nakrantíð. Tann størsta er yvirtøkan av sosiala netverkinum Linkedin í 2016. Í tí handilinum skuldi Microsoft gjalda umleið 169 milliardir krónur.
Nuance var stovnað í 1992 og kann harvið hátíðarhalda 30 ára dagin næsta ár. Síðst í september í ár hevði felagið fleiri 7100 starvsfólk.
Til samanberingar hevði Microsoft síðst í juni sama ár umleið 163.000 starvsfólk. Tað vil siga meira enn 20 ferðir so nógv.
/ritzau/










