Mick Jagger ikki klárur at fara á pall

Vegna sjúku hevur rockbólkurin Rolling Stones útsett ætlaða konsertferð.

Tann 20. apríl skuldi ein konsertferð hjá Rolling Stones byrja, men Mick Jagger hevur fingið boð um, at hann kann ikki fara á pall, men skal hava læknaviðgerð.

 

Tí er konsertferðin fyribils útsett.

 

Onki verður sagt um, hvat er áfatt, men sagt verður, at væntandi er, at 75 ára gamli Jagger kemur fyri skjótt. Mick Jagger hevur á Twitter biðið fjepparar orsaka, og hann lovar at gera alt hann er mentur fyri at koma fyri seg skjótt, so hann aftur sleppur á pall.

 

Áður hava kendu rockararnir avlýst framførslur, t.d. í 2016, tá Jagger hevði bruna í hálsinum.

 

Annars hevur tað oftast verið orsakað av guitarleikaranum Keith Richards, tá Rolling Stones hava avlýst ella útsett framførslur tey 57 árini, bólkurin hevur spælt saman. Til dømis tá hann í 1998 datt niður av einum stiga heima við hús, og í 2006 datt Richards niður úr einum kokuspálmatræ, tá hann var á frítíðarferð.