Valmyndugleikin í Michigan hevur nú góðkent demokratin Joe Biden sum vinnara á forsetavalinum í Michigan 3. november.
Tað skrivar Reuters.
Donald Trump, forseti, hevur roynt at fáa umgjørt valúrslitið í Michigan, meðan State Board of Canvassers í Michigan, sum ger av møgulig stríðsmal við valinuk, hevur í dag góðkent valúrslitið. Tað hendi eftir atkvøðugreiðslu millum teir fýra limirnar, sum eru tveir demokratar og tveir republikanarar.
Biden vann í Michigan við 157.000 atkvøðum fleiri enn Trump, men kortini royndi Trump at taka sigurin frá Biden.
Fríggjadagin hitti Trump republikanskar leiðarar úr Michigan í Hvítu Húsunum. Sambært keldum, sum kenna til tað, sum fór fram á fundinum, var endamálið at fáa teir bæði tey kømrini í statinum, sum eru undir republikanskari leiðslu, at kolldøma valsigurin hjá Biden.
Men tað eyndaðist ikki. Sambært serfrøðingum hevði tað verið uttan fordømi, um ein forseti á henda hátt hevði fingið ógilda ein so greiðan sigur, sum tann hjá Biden í Michigan.
Donald Trump roynir eisini at sáa iva um valúrslitini í øðrum svingstatum, sum vóru við til at tryggja Joe Biden endaliga sigurin á forsetavalinum.
Men higartil hevur tað ikki eydnast Trump at fáa broytt nakað valúrslit í hesum statum.
/ritzau/