Tríggir ungir dreingir frá Handilsskúlanum í Havn, sum vunnu kappingina Ungt Virkið í Føroyum, skulu nú kappast víðari í Danmark. Teir eru Tórur S. Hansen, ið er stjóri, Rani K. Gærdbo, ið er framleiðsluleiðari og Herman E. Winther, ið er sølu og marknaðarleiðari. Teirra virkið eitur Atlantic Sea salt, ið merkir salt frá Atlantshavinum.
Tað at vit eru í Føroym, har umhvørvið rundan um okkum ikki er dálkað, og havið rundan um okkum er eitt tað reinasta í heiminum, er ein stórur fyrimunur fyri okkum, tá vit skulu marknaðarføra vøruna uttanlanda, sigur Herman E. Winther.
15. apríl fingu teir vitjan av heimskendum michelinkokkum og tænarum. Millum annað var Claus Henriksen frá Dragholm Slot og Pontus Elofsson frá heimsins bestu matstovu, Noma. Teir royndu teirra salt og góvu teimum nógv rós. Teir hildu, at við hesum salti hava dreingirnir møguleika at selja vøruna til gourmetmatstovur kring allan heimin. Teir vóru so bergtiknir, at nakrir av michelinkokkunum fegnir vilja nýta hesa vøru dagliga til teirra matgerð.
Í løtuni er ein kapping á Facebook, ið er í samband við Ungt Virkið í Danmark. Allir bólkarnir, ið eru við í kappingini, hava møguleika at deila ein film á Facebook, tann filmurin, ið flest fólk hava dámt, vinnur ein serligan vinning.
Filmurin kann síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER