Hósdagin verður kunngjørt, hvørjar matstovur fáa viðmæli og stjørnur frá Michelin.
Franska dekkfyristøkan gjørdi sína fyrstu guide í 1900, og nú verður nógv lagt í, hvat Michelin sigur um matstovur.
Enn hevur eingin føroysk matstovu fingið stjørnu frá Michelin, men tey, sum standa fyri matstovuni Koks í Havn, hava ikki fjalt út yvir, at tey kundu hugsa sær eina slíka. Hósdagin fæst so at vita, um nakað føroyskt viðmæli verður í Michelin Guide hesaferð.
Ein røð av norðurlendskum matstovum hava Michelin-stjørnur, og tann kendasta av teimum er helst NOMA í Keypmannahavn. Um vikuskiftið var NOMA rakt av gølu, tí fleiri enn 60 fólk fólk vórðu í februar smittað við sjúku á matstovuni, men hetta fær ikki ávirkan á Michelin-avrikið hjá NOMA í ár, tí avgerðirnar um stjørnur og viðmæli eru langt síðani tiknar.










