Matstovan Koks í Ilimanaq, sunnanfyri Ilulissat í Grønlandi.

Michelin roknar Koks sum føroyska matstovu

- Michelin sigur, at vit eru ein føroysk matstova. Vit verða ikki viðurkend fyri at vera ein matstova, sum 100 prosent er í Grønlandi, sigur Poul Andrias Ziska, sum fegnast um at hava endurvunnið Michelin-stjørnurnar.

Matstovan Koks í Ilimanaq, sunnanfyri Ilulissat í Grønlandi.

Matstovan Koks, sum heldur til í lítlu grønlendsku bygdini, Ilimanaq, sunnanfyri Ilulissat, hevur endurvunnið báðar Michelin-stjørnurnar.

 

Hetta gjørdist greitt á einum stórum tiltaki, sum var í Finnlandi í gjár, har mett varð um dygdina hjá norðurlendskum matstovum.

 

Við grønlendsku heimasíðuna - www.sermitsiaq.ag - sigur køksleiðarin á Koks, Poul Andrias Ziska, at tað hevur stóran týdning fyri matstovuna at endurvinna báðar stjørnurnar.

 

- Vit eru sera fegin um og errin av at hava fingið hesa viðurkenning. Tað er nógv arbeiði og nógvir tímar, sum liggja í hesum, so tað hevur heilt stóran týdning, at vit varðveita okkara stjørnur. 

 

Sermitsiaq skrivar, at Koks upprunaliga hoyrir heima í Føroyum, men er fyribils flutt til grønlendsku bygdina, Ilimanaq.

 

- Hetta er annað og seinasta árið, at matstovan verður rikin í Grønlandi, men hóast heildarmyndin og smakkiupplivingin eru grønlendsk, so verður matstovan av Michelin framvegis roknað sum føroysk.

 

Køksleiðarin vísir á, at sjálvandi høvdu tey á Koks vónað at komið á heimskortið fyri at hava eina matstovu í Grønlandi.

 

- Men, Michelin sigur, at vit eru ein føroysk matstova. Vit verða ikki viðurkend fyri at vera ein matstova, sum er 100 prosent er í Grønlandi, sigur Poul Andrias Ziska.

 

##med2##

 

 

 

Matstovan Koks í Ilimanaq, sunnanfyri Ilulissat í Grønlandi.