Michala Petri til Føroya

Heimskendi blokkfloytuspælarin, Michala Petri, vitjar nú aftur í Føroyum saman við manni sínum Lars Hannibal

Saman við manninum, gittarleikaranum, Lars Hannibal, vitjar blokkfloytuspælarin, Michala Petri nú í Føroyum. Tey fara at hava tvær konsertir ávíkavist í Klaksvík og í Havn.
Michala Petri hevur fyrr verið í Føroyum og havt konsertir. Hon er kend sum undurbarnið á blokkfloytuni, og sum smágenta ferðaðist hon kring allan heim og spældi. Hópin av innspælingum hevur hon eisini verið við í, og tað er við stórum og navnframum leiðarum og orkestrum. Millum annað samstarvar hon við English Chamber Orchestra.
Tað er konsertfelagið, sum skipar fyri konsertunum við hjúninum. Tey eru liður í jubileumsárinum hjá felagnum, ið skipar fyri klassiskum konsertum.
Konsertirnar við Michalu Petri og Lars Hannibal vera leygardagin 15. januar kl 16 í Læraraskúlahøllini og sunnudagin 16. januar í Ósáskúlanum í Klaksvík.
Atgongumerki eru at fáa á Kunningarstovunum í Tórshavn og Klaksvík og verða annars at fáa við dyrnar.