Í dag fyllir heimskenda Michala Petri, sum er kend fyri síni evni á blokkfloytu, 60 ár. Samstundis við, at hon kann hátíðarhalda sín 60 ára dag, eru tað 50 ár síðani, at hon gjørdist ein professionellur tónleikari.
- Eitt av mínum fyrstu barndómsminnum er, at mamma situr á sofuni og heldur í bókini, meðan eg haldi í blokkfloytuni og spæli, sigur Michala Petri við DR í dag. Tá var hon framvegis í barnagarðsaldri. Áðrenn Michala Petri kom í skúlaaldur varnaðust foreldur hennara, sum bæði vóru professionellir tónleikarar, at hon hevði serstøk evni innan tónleik. Fyrstu ferð hon framførdi var sum fimm ára gomul, og sum átta ára gomul slapp hon inn á týska skúlan Staatliche Hochshule fur Musik und Theater í Hannover, har hon fekk undantaksloyvi at sleppa inn, hóast hon var ov ung sambært reglunum. Trý ár seinni, sum 10 ára gomul, hevði hon sína debutkonsert, skrivar DR.
- Eg verði onkuntíð spurd, um tað hevur havt avleiðingar við sær. Og tað hevur sjálvandi havt avleiðingar at hava ein barndóm, sum eg havi havt. Millum annað tí eg stóð seks tímar um dagin og spældi blokkfloytu frá tí eg var 11 ár og til eg var 17 ár. Eg hugsavnaði meg bert um mistøkini, so eg kundi blíva betur, sigur Michala Petri millum annað við DR.
Michala Petri hevur eisini fingið stóra viðurkenning í sínum lívi fyri sín tónleik. Hon hevur vunnið nógvar virðislønir og í 2012 varð hon útnevnd sum heiðursprofessari á Kongaliga Danska Musikkonservatoriunum. Hon hevur sambært DR gjørt yvir 70 fløguupptøkur og hevur hildið yvir 4000 konsertir ígjøgnum árini.
Michala Petri er fødd og uppvaksin í Danmark, áðrenn hon fór til Týsklands at ganga í skúla sum smágenta. Hon hevur eisini tilknýti til Føroya - millum annað umvegis pápa sín, Kanny Sambleben, sála, sum búði nógv ár í Føroyum.