Michael Schumacher vann á Immola

Fyrrverandi heimsmeistarin í formil 1, Michael Schumacher meldaði seg veruliga inn í stríðið um heimsmeistaraheitið, tá hann fyrstur koyrdi Ferrari bilin í mál á heimavøllinum hjá Ferrari, Immola. Í hølunum á honum var núverandi heimsmeistarin Fernando Alonso í Renault

Niels Uni Dam

Formil 1 koyringin á Immola breytini byrjaði væl fyri Michael Schumacher, ið helt fyrstu byrjunarstøðu framman fyri Button á øðrum plássi og Felipe Massa á triðja. Núverandi heimsmeistarin Fernando Alonso hevði sum altíð eina frálíka byrjan og slapp framvið Barrichello á fjórða pláss.
Byrjanin gjørdist rættiliga ræðandi, tá Christian Albers í MF1-Toyota og Yuji Ide í Super Aguri-Honda rendu saman og bilurin hjá Albers snaraði runt fleiri ferðir og endaði á høvdinum. Men Albers slapp óskaddur frá óhappinum.
Heilt fram til fyrsta pittstopp helt støðan millum fremstu bilarnar, men í vanligum stíli megnaði Renault, at koma framvið fleiri bilum við gløggari pittætlan. Tá fyrsta pittstoppið var av, lá Alonso í hølunum á Michael Schumacher.
Hann nærkaðist honum skjótt, og bert lítil løta gekk, so var Alonso í speglinum hjá Schumacher og trýsti hann sera hart. Við 22 umførum eftir fór alonso í pitt í eini roynd at sleppa framvið Michael Schumacher, men týskarin fór inn umfarið eftir og megnaði at halda seg framman fyri. Koyringin hevði ikki nógvar nærdystir, men nærdysturin um leiðsluna vardi í 30 umfør og var sera spennandi, einans ein triðings sekund var millum teir báðar í øll hesi umførini. Men Immola breytin er ikki løtt at yvirhála á, og Michael Schumacher er ongantíð lættur at sleppa framvið, hetta mátti Alonso eisini ásanna, og við einum lítlum mistaki á triðseinasta umfari slóknaði vónin um sigurin.
Honda liðið sveik enn eina ferð Jenson Button, ið við eini ótrúliga vánaligari pittætlan misti tvey pláss í fyrra pittstoppi. Men mest tápuliga hendingin var undir seinna pittstoppinum, tá maðurin, ið helt stoppskeltinum inni í pittinum, lyftið tað upp, áðrenn bensináfyllingin var liðug. Tá hann varnaðist feilin, var ov seint Button var á veg avstað. Hann varð raktur í høvdið av stoppskeltinum á veg niður aftur. Tá bretin koyrdi avstað við bensinslanguni, slitnaði hon og alt var eitt bensin rok. Tað var ófatiliga heppið, at eldur ikki kom í. Button steðgaði og slitnaða slangan varð tikin av bilinum. Men úrslitið var ein stórur tíðarmissur og ov lítið bensin til Button, ið noyddist inn aftur nøkur umfør seinni. Samanlagt flutti Button seg av 2. til 9. pláss í pittstoppunum mest orsakað av kleyvarskapi. Hetta eigur, at hava sjálvrannsakan við sær í Honda liðnum.