Formel 1
Sjeyfaldi heimsmeistarin kemur til Malaysia í einari óvandari støðu: Við ongum stigum úr Avstralia, er Schumacher ikki milllum átta teir fyrstu í heimsmeistarakappingini.
Michael Schumacher rendi saman við Nick Heidfeld í Avstralia. Bilurin brotnaði og hetta varð endin á einum degi, har Schumacher hevði verið lítið sannførandi. Men sjálvur er hann jaligur um møguleikarnir fyri at klára seg væl í Kuala Lumpur. Hann vísir á at liðfelagin Rubens Barrichello, endaði á øðrum plássi, og avbjóðaði sostatt Renault bilarnir, sum endaðu á fyrsta og triðja plássi.









