Formil 1
Dómsnevndin í formil 1 koyringini í Monako kolldømdi leygardagin fyrstu byrjunarstøðuna hjá sjeyfalda heimsmeistaranum í formil 1 Michael Schumacher, og týskarin byrjaði tí aftastur í koyringini sunnudagin.
Tað var óhappið hjá Michael Schumacher í næst seinasta svingið í tíðarkoyringini, ið m.a. forðaði núverandi heimsmeistaranum Fernando Alonso í at seta skjótastu tíðina, ið dómsnevndin ikki metur var eitt óhapp, men heldur at Michael Schumacher steðgaði tilvitað. Hetta byggir á, at dómsnevndin ikki metti Schumacher hava nakra orsøk til at bremsa so hart, at hann misti tamarhaldið, tí hann koyrdi ikki skjótari enn hann hevði gjørt umfarið áðrenn.
Liðstjórin í Ferrari Jean Todt var sera ónøgdur við avgerðina hjá dómsnevndini. Hann segði, at hetta skapar eitt sera óheppið fyridømi, ið í grundini tekur hugtakið koyrivillur burtur úr rasarakoyring.
Jean Todt segði við heimasíðuna hjá Ferrari, at hetta er burturvið, og at við at hyggja at tíðini, ið Michael Schumacher koyrdi hetta umfarið, so var greitt, at hann royndi at betra sína tíð uppaftur meira.
Eisini Giancarlo Fisichella varð revsaður fyri at hava forðað David Coulthard í at seta eina skjóta tíð. Fisichella hevur mist trý tey skjótastu umførini, og byrjar tí væntandi úr níggjundu støðu.