Michael Schumacher álvarsliga skaddur

Sjeyfaldi heimsmeistarin i formil 1, Michael Schumacher, er í koma eftir eitt skíðohapp í Alpunum.

Sjeyfaldi heimsmeistarin i formil 1, týskarin Michael Schumacher, er komin álvarsliga til skaða eftir eitt skíðohapp í fronsku Alpunum.

Sambært almennu heimasíðuni hjá Formil 1 var Schumacher við familjuni á skíðferiu í Meribel skíðstaðnum, tá hann í morgun datt og sló høvdið í.

Hann varð beinanvegin flogin við tyrlu til sjúkrahúsið í Moutiers, men bleiv skjótt fluttur til eitt størri sjúkrahús í Grenoble. Tað skilist, at hann er í koma og hevur fingið álvarsligan skaða í høvdið.

Michael Schumacher var í hjálmi, tá óhappið hendi, og er ein royndur skíðari.

f1.com boðar frá, at nærri boð um støðuna hjá Schumacher vera almannakunngjørd í morgin, mánadagin.

Michael Schumacher koyrdi fyri Jordan, Bennetton og Mercedes liðini, men er best kendur fyri tíðina við Ferrari, har hann vann nógv steyp og meistaraheiti, og verður mettur sum ein tann besti formil 1 koyrarin nakrantíð.