Stór favoritturin at vinna Tour de France, danin Michael Rasmussen, fer kortini ikki at vinna kappingina í ár.
Í kvøld hevur hollendski Rabobank, sum er fíggjarligi stuðulin undir liðnum, sum Michael Rasmussen súkklar fyri, givið liðnum boð um, at Michael Rasmussen ikki skal halda fram í kappingini. Orsøkin er tann, at Michael Rasmussen verður hildin ikki at hava reint mjøl í posanum.
Danski súkklarin hevur verið undir ákærum, og hann hevur fingið ávaringar bæði frá danska og altjóða súkklufelagnum.
Dropin, sum í kvøld fekk bikarið at flóta yvir, er, at tað nú er álvarsamur ivi sáddur um, um Michael Rasmussen yvirhøvur hevur verið á venjingarlegu í Mexico í juni, sum danin sjálvur hevur tvíhildið um. Í hvussu so er hevur hann ikki verið alt tað tíðarskeiðið í Mexico, sum hann sigur seg hava verið har yviri.
Fyrrverandi italski meistarasúkklarin, Davide Cassani, sum nú ger viðmerkingar fyri italsku sjónvarpsstøðina RAI, hevur í dag sagt við DR, at hann sjálvur hevur sæð Michael Rasmussen venja á súkklu í Dolomittfjøllunum í Italia ein av døgunum, sum Michael Rasmussen hevur sagt seg at hava verið á venjingarlegu í Mexico.
Michael Rasmussen sigur, at einki hald er í hesum. Hann heldur fast um, at hann hevur verið í Mexico á venjingarlegu í juni.
Hollendska súkklufelagið kennir støðuna so mikið tyngjandi, at Rabobank í kvøld hevur boðað frá, at danin er sendur til hús.
Tað er framvegis óvist, um nakar av Rabobank súkklarunum fer at taka lut í kappingini í morgin og fáu dagarnar, sum eru eftir av kappingini á hesum sinni.