Michael Platini ikki til Føroya í hesum umfari

Ætlanin var, at UEFA-forsetin skuldi koma til Føroya í samband við at útbyggingina av Tórsvølli.

Christian Andreasen, forseti í FSF, váttar fyri in.fo, at bygningurin á suðurendanum á Tórsvølli ikki verður heilt liðugur til dystin móti Finnlandi 7. august.

 

- Matstovan í 1. hædd verður liðug, eins og VIP-økið, sigur Christian Andreasen. Hann sigur, at ætlanin var, at forsetin í UEFA, Michael Platini, skuldi koma til Føroya til eitt hátíðarhald í samband við dystin móti Finnlandi, men at hetta er útsett, orsaka av, at alt arbeiðið ikki er heilt liðugt.

 

Ætlanin nú er, at Michael Platini kemur til Føroya í juli næsta ár, tá Føroyar spæla móti Grikkalandi. Til tað tí er væntað, at útbyggingin á eystursíðuni av vøllinum eisini er liðug, og at til ber at hava eitt stórt hátíðarhald í hesum sambandi.

 

Trýst á pílin undir myndini, fyri at lurta eftir samrøðuni við Christian Andreasen.