Michael Phelps setti nýtt heimsmet

Fleiri av heimsins bestu svimjarum taka eisini lut í HM-kappingini í Melbourne, og ein teirra er amerikumaðurin, Michael Phelps.

Í nátt megnaði hann at seta nýtt heimsmet á teininum 200 m frí. Hann kom á mál í tíðini 1.43,86, og sostatt tók hann 0,20 sekund av gamla metinum hjá avtraliumanninum, Ian Thorpe.