Michael O´Neill verður aftur landsliðsvenjari hjá Norðurírlandi

Michael O´Neill var landsliðsvenjari hjá Norðurírlandi millum 2011 og 2020

Michael O´Neill fer at taka enn eitt tørn sum landsliðsvenjari hjá norðurírska fótbóltslandsliðnum.

 

Fyrru ferð Michael O´Neill var landsliðsvenjari hjá Norðurírlandi var millum 2011 og 2020.

 

Í EM-undankappingini í 2014 og 2015, tá Norðurírland var í bólki saman við Føroyum eydnaðist tað Norðurírlandi at vinna seg í EM-endaspælið í Fraklandi, summarið í 2016.

 

Tá vann Norðurírland seg í áttandapartsfinalurnar.

 

Michael O´Neill var fyri stuttum uppsagdur sum høvuðsvenjari hjá Stoke City aftaná fleiri vánalig úrslit. Tað lat hurðina upp fyri, at hann aftur kundi taka við starvinum sum landsliðsvenjari hjá Norðurírlandi.

 

Norðurírlandi er til komandi ár í EM-undankappingarbólki saman við Danmark, Slovenia, Finnlandi, Kasakstan og San Marino. 

 

Føroyar hava seks ferðir í søguni spælt EM-undankappingardystir móti Norðurírlandi. Vit hava tveir javnleikir og fýra tap móti í teimum seks dystunum.