Tann umstríddi amerikanski filmslikstjórin Michael Moore arbeiðir við at gera eion dokumentarfilm um fíggjarkreppuna Tað er ikki greitt enn, hvussu filmurin eitur, men sagt verður, at hann skal frumsýnast í oktober ella eitt ár aftaná, at amerikanska Kongressin samtykti ein risastóran bjargingarpakka til bankarnar.
Michael Moore sigur, at seinasta heyst komu tey ríku til ta niðurstøðu, at tey vóru ikki nóg rík, og at tey vildu hava meiri og uppaftur meiri. Filmurin skal eftir hanssra tykki royn at greina, hví tey ríku gjørdu av at fara til tann amerikanska skattaborgaran eftir meiri pengum.
Michael Moore hevur gjørt fleiri umstríddar dokumentarfilmar so sum ?Fahrenheit 9/11?, ?Sicko? og ?Bowling for Colombine?.