Michael Learns To Rock hava givið út eina greatest hits. Danski bólkurin, sum er sera stórur í Asia hevur eitt sera sterkt aktiv í sangskrivaranum Jascha Richer. Hann dugir betri enn tey flestu at skrúva ein poppsang saman.
Fleiri av løgunum eru tikin av ?The Actor? fløguni og ?Colours?, sum Óli Poulsen produseraði. Tað eru eisini fyrst og fremst sangirnir og stíltrygg produktión, ið heldur MLTR uppi. Jashta Richter hevur eina rødd, ið er eyðkend og sum kanska serliga appellerar til ungar gentur. Løg sum The Actor, Wild Women, Sleeping Child og Someday hava tann klassan, ið skal til fyri at kunna at marknaðarføra MLTR aðrastaðni enn í Danmark.
Sum orkestur er MLTR snøgt sagt lítið áhugavert. Tað er ikki nakað orkestur-sound, ið setur dám á Greatest Hits. Fyri tað kundi Jashta Richter verið solomaður.
Niðurstøða. Michael has learned to pop.