Michael Laudrup skal venja Brøndby

Hjálparvenjarin hjá danska landsliðnum verður í hvussu so er tvey tey næstu árini venjari hjá meistaraliðnum í Brøndby

SUPERLIGAN

Tað valdar friður í danska fótbóltsheiminum. Í hvussu so er í superliguni, har síðsta umfarið var á skránni hóskvøldið.
Men tað verður arbeitt av lívsins kreftum handan leiktjøldini. Sáttmálasamráðingar eru millum spælarar og feløgini, sum teir hava verið í og við feløg, sum eru áhugað í at keypa spælarar, og á venjarasíðuni gongur eisini nógv fyri seg.
Síðsta kappingarár varð venjarin skiftur út í helminginum av feløgunum í superliguni. Brøndby var eitt av feløgunum, sum skifti venjara. Åge Hareide legði frá sær, Tom Køhlert tók við, og Brøndby vann meistaraheitið, sum teir nú siga, at teir neyvan høvdu vunnið, um norski venjarin hevði hildið fram í felagnum.
Tom Køhlert er ikki nýggja typan av venjara. Hann tykist eitt sindur bygdasligur og trívst ikki við miðlafólkunum kring seg alla tíðina. Longu tá hann tók ábyrgdina at venja besta Brøndby liðið á seg, segði hann, at hetta var bara fyribils og inntil summarsteðgin. Tá ætlaði hann sær aftur til unglingaliðið, og maðurin, sum í áttatiárunum gjørdi Brøndby til fleirfaldar meistarar, hevur hildið orð.
Tað hevur leingi ljóðað, at Michael Laudrup skuldi vera nýggi venjarin í Brøndby. Login undir gitingunum kveiktist av álvara, tá Michael Laudrup í vetur boðaði frá, at hann eftir HM endaspælið í Japan og Suðurkorea ikki ætlaði sær at halda fram í starvinum sum hjálparvenjari hjá danska landsliðnum og Morten Olsen.
Mánadagin vórðu tíðindini staðfest. 1. juli fara Michael Laudrup og Brøndby undir samstarv. Michael Laudrup skal vera venjari. Í fyrstu atløgu er tvey ára sáttmáli undirskrivaður, og partarnir siga seg vóna, at samstarvið fer at halda longri enn so.
Felagið sigur seg vera ovurfegið um, at teir hava fingið ein av bestu spælarunum í heiminum tey seinastu árini og ein av mest avhildnu persónunum í fótbóltsheiminum í sín part.
Michael Laudrup sigur seg vera fegnan um, at hann fær møguleikan at verða venjari í felagnum, sum hann spældi í barnaárini og árini, sum hann var í bestu deildini í Danmark (burtursæð frá tá hann sum 16 ára gamal var í KB, har John Kramer var venjari). Í 1983 fór Michael Laudrup, sum er føddur 15. juni í 1964, úr Brøndby og til Lazio. So spældi hann í Juventus, Barcelona og Real Madrid, áðrenn hann gavst og seinni gjørdist hjálparvenjari hjá Morten Olsen. Fyrsti dysturin hjá teimum báðum við danska landsliðsróðrið var 16. august í 2000 í Gundadali.
Nú Michael Laudrup er komin aftur til Brøndby, er ringurin komin saman aftur. Pápi Michael, Finn Laudrup, spældi síni seinastu fótbóltsár í Brøndby, har svágur hansara, Ebbe Skovdal, sum nú er venjari í Aberdeen, í nógv ár og í fleiri umførum hevði ábyrgdina av besta liðnum. Yngri Laudrup beiggin, Brian, spældi eisini ungdómsárini og fyrstu vaksnamanna árini, áðrenn hann varð seldur uttanlands, í Brøndby.
Nú vóna teir í Brøndby, at samstarvið við Michael Laudrup skal knýta gávuríku familjuna tættari at felagnum. Tað kann hava týdning, sum næsta ættarliðið fer at vaksa til ? bæði ítróttarliga og fíggjarliga.

Ivasamir
Per Bjerregaard var høvuðsmaður í Brøndby, tá Michael Laudrup spældi har, og hann er framvegis stjóri í Brøndby. Bæði Per Bjerregaard og Michael Laudrup harmast um, at tað gjørdist neyðugt hjá nýggja venjaranum at taka við í summar í staðin fyri á nýggjárinum komandi, sum ætlanin var, áðrenn Åge Hareide segði seg úr starvinum.
Stjórin og nýggi venjarin ásanna, at skotbráðið verður stutt hjá nýggja venjaranum frá tí, at hann kemur aftur frá HM endaspælinum og inntil farið verður undir nýggja kappingarárið í superliguni.
Ein av spurningunum, sum greiða skal fáast á, er, hvørjir spælarar fara at vera í Brøndby eftir summarsteðgin.
Álopsspælarin Peter Madsen varð sunnudagin kosin ársins spælari 2001?2002 í superliguni. Hann fór sama dag við landsliðnum til HM endaspælið. Tað verður roknað við, at Brøndby hevur møguleika at selja hann fyri einar 50 milliónir krónur, men eingin avgerð verður tikin um hetta, fyrrenn hann kemur aftur frá HM endaspælinum. Tað sigur í hvussu so er Per Bjerregaard.
Michael Laudrup ætlar, at liðið hjá honum skal spæla sambært fótbóltsfatanina, sum hann sjálvur altíð hevur havt:
? Tað snýr seg um at vinna, og tað vilja vit sjálvandi. Men vit ætla okkum at undirhalda, vera spælstýrandi og framrættaðir, sigur Michael Laudrup. Útsøgnin er ikki óvæntað, tá hugsað verður um, hvat hesin snillingurin hevur staðið fyri í Italia, Spania, og á danska landsliðnum, og hvat hann og Morten Olsen hava viljað og viðhvørt hava megnað at fingið danska landsliðið at víst á vøllinum.