Michael Jordan: Tann seinasti dansurin

Hyggjaralistin hjá In.fo: Dokumentarnir um Chicago Bulls og Michael Jordan eru í heimsflokki

Í ÍtróttarSosialinum ummæla og vísa vit javnan til filmar, dokumentarar og bøkur, sum hava við ítrótt at gera. Bæði føroyskan og útlendskan ítrótt. Nú føroyskur fótbóltur og partar av ítróttarheiminum byrja at venja aftur, so fer In.fo at geva tykkum nøkur góð ráð at stytta um tíðina til ítrótturin aftur fer í gongd.

Netflix hevur givið út fýra teir fyrstu partarnir av dokumentarseriuni ”The Last Dance”, sum er um seinasta árið hjá Michael Jordan í Chicago Bulls. Michael Jordan verður av mongum mettur sum heimsins besti kurvabóltsspælari nakrantíð, meðan onnur halda at eftirmælið er betri enn spælarin. Hetta tí hann megnaði at vinna fram til enn tann dag í dag við “Air Jordan” klædnaseriuni hjá Nike, sum eins og Nike byrjaði við skógvum. Í dag finnur tú “Air Jordan” seriuna í hvørjum ítróttarhandli, sum selur Nike.

*Dokumentarrøðin "The Last Dance" er at síggja á Netflix

Til kappingarárið 1997/98 er stjørnurnar á Chicago Bulls um at eldast. Liðið hevur vunnið fimm meistaraheiti frá 1991 til 1997, men nú er líkt til at stjørnur sum Scottie Pippen og Dennis Rodman hava sæð sínar bestu dagar, meðan fleirfaldi meistaravenjarin, Phil Jackson, fær at vita at hetta seinasta árið hjá honum. Síðani skal liðið endurbyggjast og tað verður eisini uttan Michael Jordan, sum bara vil spæla undir Phil Jackson.

Til hetta sama kappingarárið fær eitt sjónvarpslið atgongd til taka upp handan leiktjøldini í felagnum. Dokumentarserian er bygd upp soleiðis at tú sleppur við á ferðina hjá Chicago Bulls í 1997/98, men verður síðani undirbygt við søguligum tilfari og tilgongdini hjá spælarunum og fólkunum kring Chicago Bulls.

Í fyrsta parti læra vit um Michael Jordan, í øðrum parti um Scottie Pippen, í triðja og fjórða parti um Dennis Rodman og Phil Jackson. Higartil bendir alt á, at hesin dokumentarurin verður millum teir, sum øll ítróttaráhugaði mugu síggja einaferð. Dokumentarrøðin er í tíggju pørtum.

Her er listin av dokumentarum og filmum, sum In.fo mælir til at síggja:

- Frá Diego til Maradona (DR.dk)

- 9.79* Søgan um Ben Johnson og Seoul 1988 (DR.dk)

- Seinasti túrurin hjá Marco Pantani (DR.dk)

- Lance Armstrong: Frá byrjan til enda (DR.dk)