Áður ókendir upplýsingar eru nú komnir fram í rættarsakini móti læknanum hjá Michael Jackson, Dr. Conrad Murray, sum fær serfrøðingar til at halda, at Michael Jackson varð myrdur.
Læknin er nú ákærdur fyri óviljað manndráp, og The Guardian veit at siga, at nýggj tíðindi í málinum gera, at støðan er broytt nakað.
Serfrøðingurin Dr. Christopher Rogers, sum er innkallaður í rættarsakini sigur, at Michael Jackson ikki sjálvur hevur tikið so stórar mongdir av Propofol, sum eftir øllum at døma var orsøkin til deyða hansara í 2009.
Serfrøðingurin heldur, at Michael Jackson varð myrdur.
Murray sigur seg verða ´ósekan í ákærunum, men hevur viðgingið, at hann gav Jackson eina ov stóra mongd av Propofol, sum vanliga verður nýtt til sjúklingar, sum skulu undir skurðviðgerð.
Serfrøðingurin sigur víðari, at vantandi doseringsútgerð í kamarinum hjá Michael Jackson hevur gjørt tað trupult hjá Murray at meta um júst hvussu stórar mongdir sangarin skuldi hava.
Men tó heldur serfrøðingurin, at Propofol ikki er egnað til fólk, sum ikki kunnu sova, og tí átti læknin als ikki at hava nýtt júst hetta evnið.
Um Dr. Conrad Murray verður dømdur í málinum, kann hann fáa upp til fýra ára fongsulsrevsing.
kelda. gaffa.dk










