Bretska blaðið Daily Mail skrivar, at Michael Jackson er jarðaður í Forest Lawn-kirkjugarðinum í Hollywood. Sambært blaðnum stúrir familjan fyri, at viðhaldsfólk hjá tí deyða fara at royna at grava hann uppaftur, og at tey umhugsa at flyta líkið, um almenningurin fær at vita, hvat Michael Jackson er jarðaður.
-Michael er jarðaður, men burtursæð frá familjuni og starvsfólkunum á kirkjugarðinum veit eingin, hvar hann liggur, sigur eitt starvsfólk á kirkjugarðinum við Daily Mail.
Tað hevur leingi verið gitt, at Michael Jackson skuldi jarðast á garði sínum, Neverland.