Michael Jackson fullur av tablettum

Deyðsboðini av Michael Jackson vóru ikki óvæntað, tí hann tók so nógvar tablettir Tað sigur sakførarin hjá Jackson-ættini, Brian Oxman, við tíðindastovuna AP.

 

-Um tit halda, at Anna-Nicole Smith doyði av rúsevnamisnýtslu, so var tað einki samanborið við tað, sum vit hava sæð í lívi Michael Jacksons, sigur sakførarin.

 

-Eg veit ikki, hvussu nógvan heilivág hann tók, men eftir tí, sum eg havi hoyrt hansara næstringar tosa um, var tað nógv, sigur Brian Oxman við AP.