Michael Jackson er deyður

Kongurin av pop er deyður. Michael Jackson varð funnin lívleysur í heimi sínum og varð fluttur á eitt sjúkrahús í Los Angeles, men lívið stóð ikki at bjarga. Sostatt missur heimurin ein av teimum størstu artistunum

Tónleikur

Rógvi Nybo

Rogvi@sosialurin.fo


Michael Jackson er deyður.

Deyðsboðini vórðu givin klokkan 14.26 lokala tíð, ið er klokkan 22.26 føroyska tíð, á UCLA-sjúkrahúsinum í Los Angeles.

Hildið verður at popstjørnan fekk eitt hjartaslag í heimi sínum. Lækni hansara var til staðar og royndi uttan eydnu at fáa lív í hann aftur, upplýsti bróður Michael, Jermaine, á einum tíðindafundi í nátt.

Ein sjúkrabilur varð tilkallaður, og á veg til sjúkrahúsið varð roynt at fáa lív í Jackson afur.

- Tá hann kom til sjúkrahúsið klokkan 13.14 (21.14 føroyska tíð), royndi eitt læknatoymi, herímillum skaðastovulæknar og hjartalæknar, at fáa lív í hann aftur. Henda royndin stóð við í meir enn ein tíma. Tað eydnaðist teimum ikki, segði ein týðuliga rørdur Jermaine Jackson á tíðindafundinum.

Í dag skal eitt líksýn staðfesta, hvør deyðsorsøkin var.

Ein talsmaður hjá familjuni, Brian Oxman, sigur við sjónvarpsstøðina CNN, at Michael Jackson fekk reseptheilivág orsaka av skaðum, hann hevði fingið undir venjing av pallframførsluni. Fyri CNN legði Oxman upp til, at deyðsorsøkin kundi vera ein yvirdosis av heilivági.


Var á veg fram aftur

Seinastu tíðina hevur Michael Jackson verið í Los Angeles, har hann hevur fyrireikað seg til sínar comeback-konsertir í London. Hann er tó sæddur fleiri ferðir koma inn og út av sjúkrahúsinum.

Tí hevur nógv verið gitt um heilsustøðu hansara, og comeback konsertirnar, ið nógv hava bíðað eftir í spenningi, eru útsettar.


Stjørna longu sum barn

Michael Jackson varð longu sum barn kendur, tá hann var við í Jackson 5. Seinni varð hann kendur sum King of Pop, Kongurin av Pop, tá hann sum soloartistur gav plátunar Off The Wall, Thriller (ið enn í dag er heimsins mest selda fløga nakrantíð) og Bad, ið vóru fyltar við hittum.

Men við síðunaav stóru tónleikaligu framgongdini, lærdi heimurin eisini ein annan Michael Jackson at kenna. Fleiri vakurleikaskurðviðgerðir góvu popkonginum eina mystiska nøs, høkuskarð og eina nógv bleikari húð. Egnu frágreiðingarnar hjá Jackson til nógv broyttu útsjóndina vóru, at hann varð skaddur av fýrverki undir upptøku til eitt videolag.

Hann hevur eisini verið gjøgnum fleiri uppslítandi rætarmál, har hann er ákærdur fyri at hava samband við ómyndigar dreingir. Hann hevur eisini verið giftur við dóttir ein annan kong, Elvis.

Í nógv ár búði hann í Neverland – ein samanrenning av leikalandi og bústaði. Hann hevur selt milliónir av plátum, men hevur vunnið mest pening upp á at eiga rættindini til fleiri Beatles sangir.

Michael Jackson varð 50 ár.