50 ára gamli poppkongurin doyði í dag í heimi sínum Enn eru tíðindini ikki alment váttað, men tíðindastovan, tmz.com, skrivar, at Michael Jackson í kvøld varð funnin lívleysur í heimi sínum klokkan 18.30 okkara tíð.
Alt fyri eitt koyrdi sjúkrabilurin hann á sjúkrahús, men hóast roynt varð við hjartamassasju, eydnaðist ikki at fáa lív í mannin.
Seinastu tíðina hevur Michael Jackson fyrireika ein rimmar konsert-ferð, har hann við 50 framførslum komandi tveir mánaðirnar aftur skuldi sláa sítt navn fast innan tónleikaheimin.
Gitingar hava leingi verið um, at heilsustøðan hjá pop-ikoninum ikki hevur verið tann besta.