Michael Jacobæus er settur í fast starv sum deildarleiðari á skógrøkt. Hann hevur seinasta árið røkt starvið fyribils.
Michael Jacobæus er útbúgvin lendisarkitektur frá Landbúnaðarháskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur royndir innan skógrøkt og anleggsvirksemi og var í síni tíð ein teirra, ið setti á stovn P/f Hjálpirót. Hann hevur eisini fingist við at kunna um garðyrkið og lendisrøkt m.a. á kvøldskúlanum.
Michael Jacobæus hevur seinasta árið røkt starvið sum leiðari á Skógrøkt sum avloysari. Áðrenn tað starvaðist hann í 20 ár hjá Tórshavnar kommunu, har hann varðaði av grønu økjunum, fyrst sum býargartnari og seinastu 10 árini sum lendisarkitektur á plandeildini.










