Michael Bundesen er deyður

Andaðist í heiminum, 71 ára gamal

Sangarin í Shu Bi Dua, Michael Bundesen, er deyður, 71 ára gamal.

Ekstrablaðið skrivar, at familjan hjá Michael Bundesen boðar í boðum frá, at Michael Bundesen andaðist gjárkvøldið eftir stutta sjúkralegu við krabbameini.

– Tað er við ófatiligari sorg, at vit boða frá, at pápi okkara, Michael Bundesen, eftir stutta sjúkralegu við krabbameini, er deyður. Michael svav stillisliga inn í heiminum í Gentofte, í tryggum umstøðum saman við nærmastu familju, stendur í tíðindaskrivinum sambært Ekstrablaðnum.

##med2##

Tað eru børnini hjá Michael Bundesen, Nanna og Nicolaj Bundesen, ið hava sent miðlunum skrivið, og tey biðja um frið komandi tíðina. Eisini gera tey greitt, at hóast Michael Bundesen hevði nógv at siga fyri Danmark og Danir, so verður jarðarferðin bert fyri tey nærmastu.

Ein tann seinasta live-framførslan, sum Shu-bi-dua hevði, var á summarfestivalinum í 2010, og hon kann síggjast við at trýsta á pílin undir myndini.