Michael Bolton kemur til Danmarkar

Um nakrar mánaðir kemur væl umtókti Michael Bolton til Danmarkar at halda tvær konsertir í Keypmannahavn og Árhus.

Bleytu popptónarnir hjá 55-ára gamla Bolton hava eftirhondini verið at hoyrt í 40 ár og sjarmørurin hevur higartil givið út heili 17 fløgur, 35 stakfløgur og tilsamans hevur hann selt yvir 53 milliónir plátur.

 

3. november verður Bolton at hoyra í Árhus og tveir dagar eftir verður hann at hoyra í Keypmannahavn.

 

Billettir til konsertina í Keypmannahavn verða seldar frá mánadegi 25. august, skrivar Gaffa.