Michael, Bogi og Niels døma í GBOB

Á heimasíðuni hjá G!Music verður sagt frá, at danin Michael Callesen, sum umboðar SPOT festivalin í Århus, Bogi á Lakjuni fyrrverandi gittarleikari í Clickhaze og 200 oddamaðurni Niels Arge Galán verða dómarar í GBOB kappingini.

GBOB
 
G! Music hevur fyrr kunngjørt at Danin Jeppe Nissenog norrmaðurin Kristoffer Kinden Endresen fara at døma GBOB, men nú er almannakunngjørt at triðji og seinsti útlendski dómarin er Michael Callesen, ið kemur sum umboð fyri SPOT festivalin í Århus. SPOT verður mettur, sum ein av mest týðandi sýnisgluggunum fyri nýggjar norðurlendskar bólkar. Michael hevur umframt arbeiðið við Spot, m.a. verið hugskotsmaður aftanfyri Calcutta Festivalin í Århus, eins og hann hevur verið formaður fyri landsfelagið Fajabefa, ið er landsfevnandi felagskapur í Danmark, við áleið sama endamáli og virkisökjum sum Grót.
Michael hevur verið stjórnarlimur í Husets Musikteater/VoxHall í Århus, eins og hann nú er limir í stjórnini fyri venjingarfelagið MONO. Michael er limur í Århus Amts Musikudvalg og arbeiðir dagliga innan fyri danska rokktónleikafelagskapin ROSA  við at seta nýggjar verkætlanir í gongd.
 
Tveir føroyingar
Umframt teir tríggjar útlendsku dómararnar, verða tveir föroyingar millum dómararnar, soleiðis at tað vera tilsamans 5 dómarar, sum gera av hvör ferð víðari til London at kappast um teir 100.000 dollararnar. Hesir verða Bogi á Lakjuni og Niels Arge Galán.
 
Nógvar royndir
Bogi á Lakjuni er úr Fuglafirði. Hann er sambært heimasíðuni hjá G!Music meira musikalskur enn tey flestu og hevur framúr sans fyri melodium, hvat ljóðar væl og hvat riggar saman tónleikaliga. Bogi hevur m.a. vunnið Prix Føroyar kappingina í 2001
Bogi hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir á føroyska tónleikapallinum, er av tónleikaraætt og hevur fingið tónleik í blóðið heilt frá barnsbeini av.
Bogi sang og spældi í mong ár við í Siloakórinum í Fuglafirði og hevur annars klimprast, murrað, spælt og skapt tónleik síðan smádreingjaárini. Bogi er kanska mest kendur sum framúr góði sologuitarleikarin í Clickhaze, hjá Knút H. Eysturstein og í bólkinum hjá Petur Pólsyni. Bogi spældi í sínari tíð bass grungerokkbólkinum Visible Fish, og her eins og í Clickhaze átti Bogi sín stóra part í lagaskrivingini. Bogi hevur eisini verið úti um seg á stórum pallum í Norðurlondum og hevur m.a. spælt fyri stórari fjöld Roskildefestivalunum.
Nýggjasta avrik hansara er at standa fyri framleiðsluni av nýggju og væl fagnaðu fløguni hjá Petur Pólsyni.


Oddamaður í Føroya størsta rokkbólki
Seinasti dómarin, havnarmaðurin Niels Arge Galán er oddamaður, sangari og spælir gittar í Føroya størsta rokkbólki, 200.

Umframt at verða tónleikari, er Niels Art Director ella listarligur leiðari á Reproz. Niels hevur sjáldsama góða fatan av konseptum og eyga fyri hvat er cool, sum bólkurin 200 jú eisini er eitt talandi dømi um. Niels hevur spælt rokktónleik í nógvum bólkum, sum Oblivion, Betrayer, Mold og MC Hár. men hann hevur eisini roynt seg innan bæði jass og fólkatónleik í bólkum sum Shalder Geo og Spælimonnunum.
Umframt gittaran er Niels dugnaligur á bæði mandolin og munnharmoniku, og so var hann bassleikari og slóbrótari í Føroya fyrsta ruskmálmsbólki Oblivion.


Nýggjasta útgávan hjá 200 er vorðin ein nýklassikkari í Føroyum og konsertin hjá 200 á G! í ár verður mett sum ein varði í føroyskari rocksøgu. 200 hava fyri stuttum síðani verið í Íslandi, har teir m.a. spældu á víðagitna Iceland Airwaves festivalinum.