Michał Przybylski til B36

B36 kunnger í dag, at B36 leigar Michał Przybylski úr felagnum hjá honum í Póllandi, Widzew Lodz, fyri restina av kappingarárinum 2018

 

Michał Przybylski bleiv kosin ársins ungi leikari í Føroyum í 2017, og valdi at royna eydnuna í Póllandi, framum tilboð frá fleiri feløgum í Føroyum.

 

Nú hevur hann so valt at venda aftur til Føroyar fyri rest av 2018 og fall valið sjálvandi á B36, sum eisini royndi at fáa hann til felagið veturin 2017

 

- Michal Przybylski vendi sær til okkara í seinastu viku og eru vit samdir um at leiga Michal rest av kappingarárinum og so fáa vit at síggja, hvat hendir aftaná tað.

 

Michal er ein spennandi ungur leikari, við góðari persónligheit, sum vit avgjørt meta passar væl inn í spælistíl og mentan hjá B36. Vit gleða okkum at síggja Michal Przybylski í B36 blusuni um stutta tíð " sigur formaðurin í B36, Rúni Herup Olsen.