Mia er dóttir Elisabeth Sophie Johannensen úr heimara Horni í Klaksvík og Joen Sophus Jacobsen, sum vanliga varð róptur, Jógvan millum Garðarnar og var av Norðoyri.
Í 1947 giftist hon við William Hansen, og eiga tey børnini, Elisabeth, Olaf og Ruth. Mia eigur 8 ommubørn og 6 langommubørn.
Tað er ikki ov nógv sagt, at Mia er eitt arbeiðsgrev. Í nógv ár var hon høvuðskokkur til mangt eitt gildi, og í 25 ár vaskaði hon á Telefonstøðini í Klaksvík.
Eisini var hon saman við Eriki Olsen, sum eina tíð hevði hotellvirksemi í Klaksvik, við til at matgera til borðhald hjá bæði høgum og lágum.
Einaferð, tá danski statsmininstarin var á vitjan í Føroyum, skuldi máltíð gerast til í Oyndarfirði, og til tað vórðu Mia og Erik boðsend. Hetta var sanniliga ikki bara sum at siga tað, tí alt, bæði grýtur og matur mátti førast við bátinum, Imanuel, til Oyndarfjarðar.
Og so var tað hina ferðina - okkurt gildi skuldi vera úti á Skála - tá fóru tey við rutubáti í Eysturoynna, og máttu ganga av Gøtueiði oman á Skipanes í kava, og vórðu síðani førd víðari við báti yvir á Skála.
Tað vóru tíðir, tá lívið knossut, men gleðin yvir vælútint arbeiði kanska var so mikið størri.
Mia er trúgvandi kona, sum altíð er við tí góða orðinum. Ommu- og langommubørnini eru ógvuliga góð við hana og trívast serstakliga væl inni í hugnaliga og fjálga heiminum hjá ommuni.
Vit ynskja Miu hjartaliga tillukku á 80 ára føðingardegnum og ynskja henni Harrans signing á lívskvøldinum.