Miðvingur suverenur

8-MANNAFØR: Riddarin úr Miðvági hevur seinastu árini verið millum fremstu 6-mannaførini. Í fjør vann hann allar róðrarnar, men leygardagin noyddist hann at lúta fyri Lómi av Argjum

Í fjør vann Argjabáturin allar róðr­ar­nar í kappingini millum 8-manna­førini. Leygardagin noyddist hann at lúta fyri Miðvingi. Argjamenn og miðvingar tykjast tískil at hava býtt um, og nú eru tað miðvingar, sum eru bestir millum 8-mannaførini.
Sigurin hjá Miðvingi var merkis­verdur á tann hátt, at hetta var fyrsti sigurin hjá nýggja bátinum, og hetta er fyrsta ferðin í fjúrtan ár, at Miðvingur hevur vunnið ein róður.
Miðvingur legði seg á odda beinanvegin, og so var tað bara spurningurin, hvussu suverenur sigurin fór at verða. Hann varð rætt­uliga sannførandi. Argjabáturin vann næstfremsta plássið. Hann var eina bátslongd frammanfyri Rádna úr Fuglafirði, sum kann fara at vísa seg at hava meiri í sær.