Miðvingur meistari í stórum stíli

Tað tóktust vera fleiri, sum ætlaðu sær at bjóða av og kanska at seta meistarnar úr Miðvági upp á pláss í dag, men tá ið 8-mannaførini fóru um málið var als eingin ivi. Miðvingur var væl fremstur, og harvið hevur Miðvingur vunnið FM heitið við fullum stigatali.

Kappingin um næstfremsta plássið var stór og tøtt. Bæði Argjabáturin og Nevið Reyða vóru fremst lítlar løtur, og á málstrikuni var tað Nevið Reyða, sum vann silvurplássið. Hetta var merkisvert, tí hesin báturin hevur ikki luttikið fyrr í ár. Tað vóru teir, sum á undanfarnu stevnum hava mannað Páll Fanga, sum í dag róðu við Nevinum Reyða.

Men eingin megnaði at gera nakað við suverena Miðving, sum er sera sannførandi meistari.

 

1 Miðvingur 04:30.15

2 Nevið Reyða 04:33.00

3 Argjabáturin 04:34.05

4 Kvívíkingur 04:34.13

5 Gullbrandur 04:40.12

 

Endaliga støðan

1 Miðvingur 49 (FM)

2 Argjabáturin 40

3 Gullbrandur 33

4 Kvívíkingur 9

5 Nevið Reyða 6

6 Heiðabáturin 4