Miðvikukvøldslestur í Sirkusi

Í kvøld 9. mars, sjálvan øskudagin, verð­ur høvi at hoyra eitt av okk­ar­ar penn­hegn­astu, men av ó­skilj­andi or­søk­um enn at kalla ó­út­givnu høv­und­um, men tað er stutt­søg­u­høv­und­ur­in ­og fyrr­ver­andi for­mað­ur í Rit­høv­und­a­fel­ag­num Arn­bjørn Ólavs­son Dalsgarð.

At kalla ó­út­givin - men ikki heilt kort­ini. Nakr­ar av søgum sínum hev­ur Arn­bjørn, trek­liga, latið á prent í bløð og tíðarrit eitt nú Ven­cil.

Søg­urnar hjá Arnbirni kunnu í stuttum lýsast sum hug­nám av gerandislívinum og í min­i­mal­ist­is­k­um stíli, við neyvum málbúna strika tær upp løtumyndir av per­són­um og sam­skif­t­um teirra, sum javnan siga meiri um sam­tíð okk­ara og sam­fel­agið enn mang­ar drúgv­ari og dram­at­isk­ari lýs­ing­ar.

Arn­bjørn tók sjálv­ur ann­ar stig til tíð­ar­rit­ið Ven­cil og hev­ur nú í skjótt fimm ár rit­stjórna hes­um Varð­a­num í ný­f­ør­oysk­um bók­ment­um, men starv­ast ann­ars sum bók­a­vørð­ur á Lands­bók­a­savn­i­num.

Tiltakið byrjar sum vanligt klok­kan 20 í Sirkus í Vágsbotni.