Miðverjan vóru aftur botnurin

Fótbóltur: Jens Kristian Hansen mundi standa fyri besta føroyska avrikinum

Jákup Mikkelsen, Herfølge, 29 ár/12 landsdystir: Man sjáldan hava havt so lítið at gera í føroyska málinum, sum hann hevði hesa ferð. Var tryggur í samanspælinum við verjuna, og útsparkini vóru long og neyv. Heldur sjálvur, at hann átti at havt vart fyri, tá íslendingarnir skoraðu fyrra málið. í seinna førinum var hann prívgivin.


Óli Johannesen, AGF, 27ár/41 landsdystir/1 mál: Var tryggleikin sjálvur. Setti ongantíð fótin skeivt í verjupartinum og dugdi stak væl at spæla seg burtur úr teimum fáu trongstøðunum. Undantakið var, tá hann spældi á John Petersen, sum hevði mann í rygginum. Tað var henda støðan, sum førdi til frísparkið, ið gav estlendingunum fyrra málið. Helt seg fyri tað mesta afturi á vøllinum, men í 2. hálvleiki bjóðaði hann seg onkuntíð til í framrættaða partinum.


Jens Kristian Hansen, B36, 28/29/2: Stóð fyri besta føroyska avrikinum. Fullgóður í verjupartinum, var í 1. hálvleiki tann, sum við sínum dragingum, sneiðingum og sendingum setti mest ferð á framrættaða spælið, og var í 2. hálvleiki uppaftur meiri eyðsýndur í álopspartinum, sjálvt um hann longu í 1. hálvleiki tóktist darvaður av samanbresti við mótstøðumann.


Pól Thorsteinsson, B36, 25/17: Var vinstri vongverji og stóð seg sum heild væl. Serliga í 2. hálvleiki og fram ímóti, tá hann fyri fyrstu ferð nakrantíð varð skiftur út, var hann væl við í álopspartinum, bæði í vinstru og við diagonalskiftum, men hann megnaði ikki skrúvandi innleggini, sum t.d. vinstrabeintu spælararnir Øssur Hansen og John Ryan megnað so væl. Hevði í 1. hálvleiki eitt vánaligt fríspark, sum bar vandamikla snarálopsstøðu við sær.


Hans Fróði Hansen, HB, 24/9/1: Var sera sannførandi í verjupartinum. Hevði ongantíð trupulleikar í avspælinum og í 2. hálvleiki var hann sannførandi. Tað dregur frá, at tað tóktist sum um, at Hans Fróði skuldi havt ábyrgdina av verjuspælaranum, sum stútaði til 2?0.


Sámal Joensen, GÍ, 24/12/0: Hevði sum høvuðsuppgávu at vera mest verjukendi miðvallarin og røkti uppgávuna at tetta, tá Allan Mørkøre og Jens Kristian Hansen fóru framvið. Eina ferð í 1. hálvleiki kiksaði hetta í høgru, tá Sergei Terehhov gjørdist leysur. Hugaligt at síggja, at Sámal fleiri ferðir traðkaði á bóltin og snaraði spælrætninginum. Gjørdist blankur í høgru í 1. hálvleiki, men eingin var at stýra flata innlegginum í kassan.


Uni Arge, Leiftur, 28/26/5: Hevði tað trupult í álopinum, har tað alla tíðina vóru í minsta lagið tveir rundanum hann. Megnaði ongantíð at skræða seg leysan, men var møguliga snýttur fyri eitt brotsspark, tá hann bjóðaði av í høgru í brotsteiginum. Dómarin metti støðuna sum film, gav Una Arge gula kortið, og Sámal Joensen skal í annaðkvøld bera sektina.


Julian Johnsson, Sogndal, 24/28/1: Reikaði um allan vøllin, stríddist sum altíð og vann nógvar nærdystir bæði á jørðini og í luftini. Luturin í samanspælinum var ikki sannførandi í 1. hálvleiki, men tað batnaði í 2. hálvleiki, tá Julian hevði fleiri stingarar fram í vinstra borð.


Allan Mørkøre, ÍBV, 27/44/1: Var so at siga blindur ferðamaður í 1. hálvleiki, tá hann fekk alt ov fáar bóltar at arbeiða við. Í 2. hálvleiki stóð mest royndi maðurin á vøllinum sterkari í myndini, sjálvt um Allan neyvan fer at minnast henda landsdystin sum ein av sínum bestu. Hevði úr stórari fjarstøðu næstbestu royndina, tá bólturin brast í tvørtræið.


Todi Jónsson, FCK, 27/35/8: Hevði alla tíðina minst tveir mans rundanum seg. Arbeiddi nógv og megnaði onkrar ferðir við góða bóltførleikanum og skjótleikanum at sleppa leysur í vinstru. Hevði eitt gott langskot og var um reppið at spæla Una Arge leysan, men tað miseydnaðist.


John Petersen, B36, 27/23/2: Megnaði onkrar ferðir at fáa samanspæl í lag á miðvøllinum, men misti alt ov nógvar bóltar og fer avgjørt ikki at minnast henda landsdystin sum ein av sínum bestu. Fekk tíðliga gula kortið, og tað tóktist darva í verjupartinum.


Øssur Hansen, B36, 28/33/1: Spældi eitt korter á vanda plássinum í vinstru og tóktist falla væl inn í samanspælið, uttan at tað kortini bar møguleikar fyri skrúvandi og harvið hóttandi innleggum.


Henning Jarnskor, GÍ, 26/29/2: Spældi bara tveir minuttir á vongverjanum í høgru.


Jákup á Borg, B36, 19/7/0: Spældi bara tveir minuttir í álopinum.


Heðin á Lakjuni, KÍ, Jens Martin Knudsen, Leiftur, Fróði Benjaminsen, B68 og John Ryan, KÍ, komu ikki inn.