Miðverjan er burtur

EB/Streymur skal skipa seg av nýggjum, tá ið teir í kvøld verða annar parturin av stevnudystinum í Runavík, har pílurin hjá heimaliðnum peikar rætta vegin

Jóannes Hansen
???????????????
Stevnudysturin í Runavík verður longu í kvøld. EB/ Streymur vitjar, og gestirnir hava alla orsøk til stórt sjálvsálit. Síðsta sunnudag vunnu teir stórsigur á heimavølli ímóti ÍF. NSÍ hevur eisini havt undanvind síðstu vikurnar, og tað kann væl vera, at tað liðið, sum megnar at fáa fulla úrtøku í kvøld, fer at blanda seg upp í toppstríðið.
Teir í EB/Streymi eru ikki so væl fyri hesa ferð, sum teir vóru fyri einari viku síðani. Miðverjarnir báðir eru rættuliga ivasamir. Fróði Clementsen, sum skoraði eitt av teimum sjey málunum ímóti ÍF, hevur verið seingjarliggjandi alla vikuna. Í gjár var rættuliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld. Pacek varð skaddur ímóti ÍF. Hann hevur ikki vant síðani, og alt bendi í gjár á, at hann ikki verður førur fyri at spæla í kvøld.
Hallur Jacobsen fór út ímóti ÍF, tí hann var skaddur. Hann verður við í kvøld. Sannlíkt er tað, at Marni Djurhuus, sum ikki hevur verið fastur maður seinastu ferðirnar, verður annar miðverjin, og at Gert Hansen verður í hinum plássinum.
Messias invalid
NSÍ hevur seinast fýra ferðirnar fingið stig. Tvær ferðir hava teir spælt javnt á útivølli, og tvær ferðir hava teir vunnið á heimavølli. Allir teir spælararnir, sum hava verið við tær seinastu ferðirnar, eru tøkir hesa ferð.
Í fjør varð brasiliumaðurin Messias Perreira kosin ársins spælari í NSÍ. Í ár hevur hann spælt millum lítið og einki, og nú er greitt, at hann ikki fer at spæla meiri við NSÍ. Messias er plágaður av knæskaða, sum tað tykist vónleyst at sleppa av við. Nú er Messias vorðin fótbóltsinvalid, og hann fer til hús um mánaðarskiftið.
Messias kom fyrstu ferð til Føroya í 1999. Tá spældi hann við B68, og tað gjørdi hann eisini í 2001 og í 2002. Í fjør skifti hann til NSÍ.