Eins og hini feløgini, brynjar HB seg í hesum døgum til komandi kappingarár í Effo-deildini. Hóast felagið meldaði greitt út aftaná seinasta kappingarár, at málsetningurin til komandi kappingarár fór at vera settur munandi hægri, hevur ikki tann stóra tilgongdin verið í hópinum hjá HB enn.
Í gjár ljóðaði tó, at HB hevur fleiri útlendskar leikarar í eygsjón, sum helst koma at styrkja um hópin í næstum.
Men í kvøld hevur HB longt sáttmálarnar við tveir av lyklaleikararnar frá í fjør. Talan er um teir báðar sentralu miðvallararnar, Trónd Jensen og Rók av Fløtum Jespersen, ið báðir vóru fastir fúsar á miðvøllinum seinasta kappingarár.
Heimasíðan hjá HB skrivar, at felagið fegnast um at tveir av sínum egnu hava valt at leingja við barndómsfelagið.