Talið á níggjunda floks næmingum í Føroyum, sum roykja dagliga, er síðstu fýra árini fallið úr 19 prosentum niður í átta prosent.
Tað vísir ein kanning, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur gjørt saman við Fólkaheilsuráðnum, av hugburði og atburði hjá níggjunda floks næmingum viðvíkjandi eitt nú rúsdrekka og rúsevnum.
Talan er um eina størri europeiska kanning, sum Føroyar eru partur av, saman við 30 til 35 øðrum londum í Europa, og sum hevur verið gjørd síðani 1995 við umleið fýra ára millumbili.
Ólavur Jøkladal, skrivstovuleiðari í Fólkaheilsuráðnum, sum hevur samskipað kanningina og verið úti við spurnarbløðunum í fjør vár, fegnast serliga um, at talið á ungum roykjarum er fallið nógv.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Ólav Jøkladal.