Miðvísa arbeiðið sæst aftur

Í meira enn eitt ártíggjund hevur Norðurlandahúsið og serliga Fróði Vestergaard arbeitt fyri at fáa føroyskan tónleik út um landoddarnar, nú byrjar úrslitið av hesum arbeiði veruliga at síggjast aftur.



Hetta vikuskiftið verður Atlantic Music Event hildið í Reykjavík, seks føroyskir bólkar fara á pallin í best umtókta spælistaðnum í Reykjavík, Nasa, og longu nú eru íslendskir miðlar á tremur við føroyskum tónleiki. Hetta er nýggjasta sólskinssøgan  um føroyskan tónleik í útlandinum.
Men eisini søgan um Høgna Lisberg, The Dreams og 200, ið spæla á Spot Festivalinum. Petsi Tvørfoss og Messell í spæla á Nibe Festivalinum. Eivør Pálsdóttir á Jelling Festivalinum, vísa høga støðið á føroyskum tónleiki. Men hesar søgur eru somuleiðis úrslit av miðvísum arbeiði fyri at fáa føroyskan tónleik út um landoddarnar.
 
Fróði vísur vegin
Her hevur eingin einstaklingur, felagsskapur ella tiltak havt eins stóran týdning, sum Prix Føroyar, Norðurlandahúsið, og serliga samskiparin Fróði Vestergaard. Her er talan um miðvíst arbeiði í meira enn eitt ártíggjund, ið nú veruliga byrjar at geva úrslit.
 
Festivalar við føroyskum tilknýti
Serliga Jelling Festivalurin og Nibe Festivalurin hava tikið føroyskan tónleik til sín. Hetta eftir at festivalarnir hava vitjað í sambandi við Prix Føroyar. Nibe bjóðaði í 2001 og 2002 Prix vinnaranum Clickhaze á pallin. Árið eftir var tað Prix vinnarin 2003 Gestir, ið luttók, eins og Brandur Enni, ið hevði spælt á sýnisgluggakonsert fyri útlendsku gestunum í sambandi við Prix Føroyar. Síðan hava Guðrun Sólja Jacobsen, Teitur, Eivør og Høgni Lisberg spælt á festivalinum.
Jelling Festivalurin hevur somu árini havt Týr, Deja Vu, Brand Enni, Teitur, Guðrun og Eivør á palli. Nógv av nøvnunum eru vald út á tiltøkum hjá Norðurlandahúsinum og Føroya Undirhaldstónleikarafelag, og onnur eru óbeinleiðis avleiðingar av tí áhuganum, ið festivalarnir hava fingið fyri føroyskum tónleiki á sínum vitjanum í Føroyum.
 
Spot á Føroyar
Eisini Spot festivalurin hevur vitja í sambandi við Prix Føroyar nakrar ferðir. Spot bjóðaði í 1999 MC-Hár at luttaka, eftir at bólkurin gjørdist nummar trý í Prix Føroyar finaluni, eisini Teitur luttók hetta árið og hevur vitja aftur fleiri ferðir síðan. Eitt nú Eivør og Lena hava somuleiðis spælt á Spot, ið er ein ídnaðarfestivalur, har fleiri hundrað fólk úr tónleikaídnaðinum savnast fyri at uppliva, tað besta innan nýggjan tónleik. Í ár eru Norðurlandahúsið og Spot festivalurin farin í beinleiðis samstarv, ið higartil hevur víst seg við, at trý føroysk nøvn eru avdúkaði á festivalinum.