- Ein skandala, er fyrsta viðmerkingin hjá borgarstjóranum í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, til møguligu ætlanina hjá mentamálaráðharranum um at flyta Klaksvíkar HF skeið yvir á Kambsdal.
Steinbjørn skilur heldur ikki grundgevingina hjá mentamálaráðharranum, at flytingin av Klaksvíkar HF skeiði yvir á Kambsdal er ein uppløgd loysn, tí har longu er eitt hóskandi skúlaumhvørvi frammanundan.
Niðurprioritering
Steinbjørn vísir á, at í í Klaksvík er longu eitt gott og væl virkandi skúlaumhvørvi við Tekniska Skúla. Hví ikki flyta HF skeiðið niðan har, um talan veruliga er um rationaliseringar?, spyr hann.
- Sum enn eina óskiljandi grundgeving førir mentamálaráðharrin fram, at í framtíðini fer tað at taka klaksvíkingum 10 minuttir at koma yvir á Kambsdal. Hví ikki vísa á, at tað eisini fer at taka eysturoyingum 10 minuttir at koma til Klaksvíkar? Í prinsippinum er tað onki, sum forðar fyri, at flyta HF skeiðið á Kambsdali yvir til Klaksvíkar, sigur Steinbjørn og minnir á, at eitt HF skeið ikki er tað sama sum ein studentaskúli, og at tað tí heldur ikki kann brúkast sum grundgeving fyri at savna hesar báðar stovnarnar á Kambsdali.
Steinbjørn minnir á, at Klaksvíkar HF skeið longu er ein sera væl etableraður skúli við bæði munandi longri royndum og størri umsøkjaratali, enn HF skeiðið í Eysturoy. Tí dugir hann ikki at síggja annað enn, at hetta er ein spurningur um niðurprioritering hjá mentamálaráðharranum av HF skeiðnum í Klaksvík heldur enn upplagda rationalisering, sum ført verður fram.
Steinur oman á byrðu
- Tað kann snøgt sagt ikki bera til, at tað hvørja ferð er Klaksvíkin, sum skal svíða fyri sokallaðu rationaliseringunum hjá landsstýrinum, tá vit vita, at aðrir møguleikar eru til staðar. Dømi við HF skeiðnum er bara sama søgan umaftur. Vit sóðu tað við flytingini av Toll og Skattstovuni herfyri, og fleiri líknandi ætlanir eru í umbúna, sigur Steinbjørn, sum ikki skilur, hví norðoya tingmennirnir ikki rakna við og tala at. Sjálvur heldur hann, at hansara royndir at forða fyri avtoftingini av Klaksvíkini byrja at líkjast einum einmansstríði. Beint áðrenn Toll og Skattstovan varð flutt, sendi borgarstjórin øllum norðoyatingmonnunum eitt bræv sum eina seianstu roynd at heita á teir um at gera sítt til at forða ætlanini. Men hann fekk onki svar frá nøkrum av teimum.
- Tingmenninir áttu at duga at sæð, at hvørja ferð hetta hendir, kennist tað sum steinur oman á byrðu hjá borgararum í Klaksvík, har tað ikki gongur ov væl í høvuðsvinnuni frammanundan. Hetta snýr seg jú ikki bara um, hvørt ein stovur skal liggja her ella har. Hetta snýr seg um trivnaðin hjá teimum menniskjunum, sum búleikast her til dagligt og í síðsta enda um teir framtíðarmøguleikar, tey megna at skapa. Sum gongdin er nú, er tað syndarlgt at síggja, hvussu hesir møguleikar miðvíst verða skerdir, sigur ein sera harmur borgarstjóri.