Malan Marnersdóttir
Fróðskaparsetrið og granskingin, leiklutur og útlit
Fyri ikki at gerast fangaoyggjar ella sálarfrøðiligt eksperimentarium, eiga vit av álvara at fara undir miðvísa menning av granskingini.
Náttúruvísindi og tøkni eru annað beinið á Fróðskaparsetrinum. Har verður arbeitt við vinnuvendum granskingarverkætlanum eitt nú í aling, kunningartøkni og lívtøkni, sum hava vaksandi týdning fyri virðisøking av rávøruni. Tann almenna játtanin til hesi øki hevur drigið at sær fígging frá vinnuni til ávísar verkætlanir og kundi óivað drigið fleiri at sær.
Hitt beinið á Fróðskaparsetrinum er hugvísindi. Tað eru mál-, bókmenta-, søgu- og samfelagsgransking, sum geva eitt annað slag av búskaparligum avkasti. Hugvísindi hava at gera við mentan og trivnað, tað sum ger tað vert at liva her. Okkum tørvar støðugt at kanna søgu og mentan okkara til tess at kenna okkum sjálv mentanarliga. Fyri at kunna virða aðrar mentanir og lívið hjá øðrum, er neyðugt at kenna og virða sítt egna. Sum Heðin Brú eina ferð skal hava sagt, vit liva ikki her á landi av praktiskum ávum.
Gerið sum írar og íslendingar, tromsøingar og calabresar
Í hesum londum og landspørtum: Írlandi og Íslandi, Tromsø í Norra og Calabria í Suðuritalia hava tey gjørt tað sama. Tey hava sett sær fyri at økja um møguleikarnar at fáa hægri útbúgving og at fremja vísindaliga gransking.
Her á landi áttu landsstýri og løgting at lagt alla orku í at økt um gransking og menning. Tey áttu hvørt ár at gjørt tað møguligt at sett 10 fólk í gongd við eina granskaraútbúgving. Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið kundu skipað fyri útbúgvingunum og at býtt granskingarstudningarnar út umframt at finna fram til hvussu granskingarøkini verða raðfest á besta hátt.
Landsstýri og løgting áttu at gjørt eins og írar gjørdu fyri eini 10-20 árum síðani og sum hevur gjørt allan munin. Har hava tey lagt um til innovatiónsbúskap, búskap sum byggir á nýskapan. Írland er vorðið eitt ríkt land, tí tey hava satsað upp á hægri út-búgving, gransking og nýskapan. Ein partur at framburðurin hevur notið gott av menningarstuðlin-um, sum ES-limaskapurin gevur. Harafturat eru tey í Írlandi í sama viðfangi farin at tosa enskt í øllum almennum samskifti - hóast gæliskt er alment høvuðsmál.
Í Íslandi hava tey eisini bygt universitetini og granskingarstovnarnar út og hækkað privatu íløgurnar í gransking, serliga hátøkni. Tað hevur kastað nógv virksemi av sær, sum longu gevur úrtøku, men sum ivaleyst í framtíðini fer at geva størri inntøkur til landið.
Universitetið í Tromsø er eins og Fróðskaparsetrið stovnað 1960'unum. Fyrrverandi rektarin har, Tove Bull, hevur á verkstovu her á setrinum greitt frá, hvussu tað kom í lag, og hvussu tað hevur ment landspartin. Ein rúgva av fólki, sum annars ikki høvdu fingið eina hægri útbúgv-ing, hava fingið eina akademiska útbúgving. Ein rúgva av fólki, sum áður fingu sær hægri útbúgving sunnalagari í Norra og blivu verandi har eftir lokna útbúgving, fáa sær hana nú í Tromsø. Tað hevur broytt rekrutteringina til vinnulívið og fyrisitingina í Norðurnorra. Tað hevur fingið nýtt granskingar-virksemi til Tromsø og skapað mentanarliga menning fyri ikki at tala um vinnuliga: Fleiri enn 50 fyritøkur eru stovnaðar sum beinleiðis úrslit av universitetin-um.
Í tí fátæka Suðuritalia gjørdu tey tað sama fyri tretivu árum síðani. Bygdu eitt universitet í Cosenza, sum í dag hýsir 35.000 fólkum og sum hevur skapað menning og framburð í landspartinum og brotið brotsgerðarkurvurnar. Eins og í Írlandi spæla ES pengar ein týðandi leiklut har. Í Íslandi, Norra og her hjá okkum er tað ein spurningur um at raðfesta sjálvi. Serliga vit hava ikki ráð til annað enn at satsa upp á gransking og menning, soleiðis sum støðan er vorðin í fiskivinnuni og ikki minst í alivinnuni.
Eg kann leggja afturat, at Fróðskaparsetrið fór í síni tíð (fyrst í 70?árunum) undir akademiskar útbúgvingar fyri at útseta fráferðina uttanlands hjá teimum ungu, sum vildu hava hægri útbúgving. Og vit kunnu siga tað sama: Her eru mong, sum blivin bæði exam.art., bachelorar og kandidatar, sum ikki høvdu fingið eitt akademiskt prógv, var Fróðskaparsetrið ikki.
Viðvíkjandi máli er tað vist soleiðis, at mál okkara er ein partur av lívsdygdini her á landi. Tí má leiðin her á landi vera at økja málsligu førleikarnar, soleiðis at fólk eru før fyri at lesa og tala fleiri fremmand mál væl og virðiliga, samstundis sum føroyskt verður mýkt og ment.
Tíggju undir granskaraútbúgving um árið
Nógv hevur verið talað um at raðfesta gransking. Um byrjað verður nú, kunnu vit hava fingið hundrað nýggjar granskarar í 2018.
Játtið tí soleiðis, at 10 ph.d.-studningar kunnu verða leysir at søkja í 2005 og setið 10 fólk, sum hava lokið kandidat- ella master-prógv, til at gera ph.d.-verkætlanir í hugvísindum, náttúruvísindum, tøkni og handilsskapi.
Um ein slík miðvís ætlan verður sett í verk, hevði hon sett ferð á menningina av vitanarkrevjandi vinnum. Úrslitið av ætlanini hevði uttan iva verið nýggjar vinnur, sum vit ikki duga at hugsa okkum til nú. Samstundis hevði sosiala samanhaldið og sosialan støðan verið bøtt og tryggjað.
Í løtuni eru 8 fólk í holt við eina granskaraútbúgving á setrinum, summi teirra eru um at vera liðug, summi júst byrjað. Í mesta lagi trý fólk fara undir granskaraútbúgving um árið, sum nú er. Tað er tað talið, sum eigur at verða fleirfaldað. Tá fer menningin at gera mun skjótt. 3 ár er stutt tíð í útbúgvingar- og granskingarhøpi.
Setið 10 ph.d.-verkætlanir í gongd nú og síðani 10 um árið. Tær fyrstu verða lidnar um trý ár, og síðani tíggju afturat hvørt ár. Tey fólkini fara síðani undir sítt virki, summi á hægri út-búgvingar- og granskingar-stovn-um, har tørvurin á høgt útbúnum fólki økist í hesi gongdini. Onnur fara at stovna vinnuvirki.
Tað ber til at stýra á hvørjum økjum, hesar ph.d.-verkætlanir skulu vera. Tað verður gjørt við at raðfesta peningin og seta ávísar upphæddir til ávís granskingarøki, sum søkjast kann um. Soleiðis sum granskingarráðið ger í løtuni. Í fjør vóru raðfestu økini mentan og matur, í ár matur og fólkaheilsa. Onnur ár kunnu tað verða náttúrufrøði og mál, havfrøði og handilsfrøði, námsfrøði og samfelagsfrøði o.s.fr.
Fortreytir
Tað almenna má fíggja granskingarverkætlanirnar fult og heilt frá byrjan. Vinnan fær kortini nústani ta fulla nyttuna burtur úr teimum, tá ið hon fer uppí og verður medfíggjari. Tað kundi eitt nú verið gjørd ein skipan fyri vinnu-ph.d. við íblástri frá donsku skipanini "erhvervs ph.d." Í Danmark hevur Fólka--tingið júst samtykt at játta 3 milliardir til gransking og nýskapan tey næstu trý árini fyri at útbúgva 1.000-1.500 granskarar hvørt ár. Men fyri at røkka tí høga máli skulu vinnan og uni-versitetini sjálv leggja 2/3 av fíggingini afturat. Tað verður harðliga funnist at hesum kravinum til universitetini, sum eru illa sperd, tí at játtanirnar eru lækkandi. Her hjá okkum vænti eg ikki, at tað hevði verið ein gongd leið at kravt vinnuna og Fróðskaparsetrið eftir stórum parti av fíggingini til granskingarátakið.
Fyri at tryggja, at hesar ph.d.-verkætlanirnar veruliga vera á røttum stigi og verða tað, sum tær eiga, má Fróðskaparsetrið gerast ført fyri at taka alla hesa leiðbeiningina upp á seg. Tað er ikki nóg gott at knýta onkrar útlendskar granskarar at ávísu verkætlanunum, so kunnu tær tað sama verða framdar á universitetunum, sum teir koma frá. Skal kunnleikin og førleikin at leiðbeina ph.d.-studentum vera føroyska granskingarumhvørv-inum og tískil føroyska samfelagnum at gagni er neyðugt, at leiðbeiningin fer fram her. Fyri at so nógv fleiri granskaralesandi kunnu verða innskrivað á Fróðskaparsetrinum, mugu um-støðurnar har vera í lagi. Treytin fyri at taka upp granskaralesandi á setrinum er, at leiðbeinari er tøkur á stovninum. Við teimum umleið 20 granskarunum er iva-leyst við teimum 4-6 granskaralesandi, sum nú eru. Hølisviðurskiftini eru heldur ikki til fleiri.
Men játtaði løgtingið ríkiligt til eina sovorðna ætlan, so hevði hon uttan iva kastað tvífalt so nógv av sær sum úrslit av nýggjum vinnum og virkjum, meira tilfar til skúlaverkið, miðlarnar umframt fleiri mentanartilboð og listaverk av øllum handa slag. Byrjið nú. So kann hetta, sum nú er á veg, verða seinasta kreppan, sum stendst av felli í fiskivinnuni.
Miðvís menning ella Disney
Tað er frálíkt at veiða fisk og fáa landinum og sær sjálvum inntøku á tann hátt. Tað hevur higar-til verið búskaparliga lívsgrundarlagið.
Endamálið við at fara undir miðvísa menning av granskingini er at geva fólki førleikar at skapa sær betri lív, samstundis sum tey skapa og menna nýggjar vørur. Aðra-staðni í heiminum eru tað ofta fólk við ph.d.-prógvi, sum hava fyritøkur og virki, sum skapa og gera hátøkni vørur. Men skal tann hugburðurin vinna frama, so má vinnan skjótt fara at taka aktivan lut bæði við pengum og upplæring í, hvussu vitan verður umsett til inntøkur og avkast. Tað ræður sum ongantíð áður um at fáa fleiri fólk við førleika til at skapa granskingarúrslit og at viðgera tey fyri at gera nýggj vørusløg. Fiskurin er ein óstøðug rávøra og nógv bendir á, at tað verður alt verri og verri at fáa hendur á nóg nógvum (og góðum) fiski. Tí má meira fáast burtur úr tí sum fæst, og leggjast má um til aðrar framleiðslur. Í løtuni tykist tað mest vera ein spurningur um vilja ella um dirvi at sleppa tí kenda. Vit billa okkum inn, at vit vita, hvat vit hava, men ikki hvat vit kunnu fáa. Tað er heldur soleiðis, at vit vita ikki, hvat vit í veruleikanum hava, og tí eiga vit sum skjótast at kasta okkum út í at nýta og menna tað menniskjaliga tilfeingið til frama fyri lívsdygd og eydnu hjá tí einstaka og til frama fyri samfelagið. Vit skulu ikki verða ein sálarfrøðilig Disney-royndarstøð!










