Miðvøllurin styrktur og viknaður

TB fær í morgin vitjan av KÍ. Tá ið liðini hittust í Klaksvík var úrslitið málleysur javnleikur. Síðani tá hevur KÍ vunnið níggju ferðir og tapt eina ferð, og TB hevur vunnið fýra ferðir, tapt tvær ferðir og fýra ferðir spælt javnt.
Setningurin hjá KÍ er at vera við í stríðnum um heiðursmerkir, og hjá TB er hann at sleppa undan hóttanini av niðurflyting.
Í vikuni varð greitt, at miðvallarin Filip Djordjevic ikki heldur fram í Klaksvík. Nenad Stankovic, sum í fjør spældi við KÍ, er komin til TB at styrkja um miðvøllin.
KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør hevur ikki vant í vikuni, tí hann er skaðaplágaður, men tað verður roknað við, at hann verður við í Trongisvági. Álvur F. Christiansen er tøkur aftur eftir leikbann. Síðst loysti Johan Jacobsen av á høgra vongverja. Nú er hann burturstaddur.
TB-KÍ: Ransin N. Djurhuus sunnudagin kl. 15.00.