Miðvøllurin er leikbannaður

Bæði Fróði Benjaminsen og Fríðin Ziskason verða burturfrá, tá B68 fær vitjan av illa sperdu tvørámonnunum

Í morgin fáa Frank Skytte og B68 vitjan av gamla felagnum hjá B68 venjaranum. TB er ikki væl fyri, men B68 venjarin vónar sjálvandi ikki, at hansara menn fara at vera so blíðir við TB á vøllinum, at tað fer at ganga út yvir úrtøkuna.
B68 venjarin og fleiri aðrir úr felagnum vóru á Mølini á Eiði mikukvøldið. Teir eru neyvan ræddir av tí, sum teir sóu TB avrika, men B68 formaðurin Niclas Davidsen er sær sjálvum líkur, tá hann úttalar seg:
? Tað er altíð torført at spæla ímóti einum liði, sum er eitt sindur kroyst. Tvørámenn eru næstniðast, og teir vita væl, at teir hava brúk fyri stigum. TB hevur áður tikið stig frá okkum á Svangaskarði, og vit eru greiðir yvir, at vit vinna ikki, uttan at vit stríðast fyri søkini.
Hjá B68 er talan um eitt sindur av mannfalli á miðvøllinum. Fróði Benjaminsen er leikbannaður, og tað er Fríðin Ziskason, sum varð útvístur í 10. umfari ímóti HB í Gundadali, eisini. Hinir, sum fyrr í ár hava verið við til at manna miðvøllin, eru allir tøkir. Talan er fyrst og fremst um Marlon Jorge, Jann Inga Petersen og Boga Petersen.
B36 málverjin Tróndur Vatnhamar vandi við B68 hóskvøldið. B68 formaðurin sigur, at Tróndur spurdi, um hann kundi venja við, og tað var alt í lagi. Ongar ætlanir hava verið um, at B68 skal gera avtalu við málverjan, sum ólavsøkuaftan vardi B36 málið í 2. hálvleiki ímóti KÍ.
Hjá TB eru somu spælararnir tøkir, sum vóru við á Eiði mikukvøldið. Sum tað varð sagt í blaðnum í gjár, so vísti TB vilja at spæla ímóti EB/Streymi, men tað bilaði bæði í álopspartinum og í verjuni, sum í tíggju umførum hevur latið 42 mál fara ígjøgnum. Eingin ivi er um, at tvørámenn høvdu verið meiri enn fegnir, um teir í morgin kundu farið suður aftur við einum stigi.